Nógv sild og minni svartkjaftur

Fiskirannsóknarstovan skrivar í tíðindaskrivi, at Magnus Heinason júst er afturkomin av royndatúri, har kanningar vórðu gjørdar av silda- og svartkjaftastovnunum.
Væl av norðhavssild var at síggja í føroyskum øki, í mun til í fjør, men minni av svartkjafti. Sildin var góð, umleið 270g í miðal, og hon stóð mest sum í øllum norðara parti av økinum, norðan fyri 63°20'N. Sildin var stygg og ring at fáast við, og meginparturin av torvunum stóðu djúpari enn 200m og vóru nakað spjaddar. Kanningingin er liður í eini felagskanning av sild og svartkjafti í økinum norðan fyri Føroyar og inn í Barentshavið, skipað undir ICES, har Ísland, Noreg, ES og Russland eisini luttaka. Endaligu útrokningarnar av nøgdini av sild og svartkjafti verða tøkar í juni, har úrslitini frá øllum rannsóknarskipunum verða við.