Fimti hvør høsnarungi, sum verður influttur til Danmarkar, hevur samonella-bakteriuna. Men betur stendur til við teimum donsku høsnarungunum, har kemur samonella sjaldan fyri. Í tonsavís av kjøti, við tí vandamiklu salmonellabakteriuni, verður influtt til Danmarkar, har tað endar í kølidiskunum og síðan verður keypt av forbrúkarum, sum kunnu enda á sjúkrahúsi í vikur, við diarré og spýggju.
Tað hendir, sjálvt um danir hava sett nógvar milliónir til, fyri at influtningurin skal kannast gjøllari.
Tað influtta kjøti er nógv meira vandamikið enn tað, sum er framleitt í Danmark, men hóast tað, so veksur influtningurin av kjøti skjótt. Síðan 2003 er danski innflutningurin av kjøti øktur við 70%.