– Í nógum førum eru tað tey somu, sum søkja um jólahjálp frá Í Menniskjum Góður Tokki.
Tað staðfestir samskiparin, Djóni Eidesgaard.
Í ár hava tey fingið góðar 260 umsóknir um jólahjálp í ár, og tað er nógv minni enn vanligt.
Djóni Eidesgaard heldur, at tað er væl trúligt, at tey átøk, sum eru tikin seinastu tíðina fyri at basa fátækadøminum, hava hjálp.
Men hann sigur samstundis, at tað vísir seg, at nógv av teimum, sum søkja um jólahjálp í ár, hava søkt fleiri ferðir áður.
– Tað vísir seg, at eru fólk fyrst fangað í fátækadømið, er tað ringt at koma burtur úr tí aftur.
Av teimum, sum hava søkt um jólahjálp í ár, eru tað bara 19 prosent, sum søkja fyri fyri fyrstu ferð í ár.
Hinvegin hava yvir 40 prosent av umsøkjarunum áður fingið jólahjálp minst tríggjar ferðir.
Tað vísir seg, at í ein ávísan mun, ganga fólk aftur, og at fólk, sum fyrst endað í fátækadømið, sleppa ikki burtur úr tí aftur.
Talið á umsóknum um jólahjálp er nógv lægri í ár enn tað hevur verið, tí í ár hava tey fingið góðar 260 umsóknir, tey tey hini árini hava ligið um 400 umsóknir, og okkurt árið eisini omanfyri 500 umsóknir
Trýst á pílin og hoyr Djóna Eidesgaard greiða frá støðuni og um at í seinastuni er tað farið at ganga betri at savna pening inn. Fyrst varð hann spurdur, hví hann heldur, at talið á umsóknum er so lágt í ár.