Myndugleikarnir í USA kanna nú 29 sokallað pulvurbrøv, sum fleiri skúlar í Washington-umráðnum hava fingið í postinum. Felags fyri brøvini er, at eitt sindur av hvítum pulvuri var í teimum, men sambært sjónvarpinum Fox News var innihaldið púra vandaleyst. Sjónvarpið veit eisini at siga, at brøvini eru send úr Texas, men sum skilst lá eingin hóttan í teimum.
Amerikonsku myndugleikarnir hava hert tilbúgvingina, eftir at amerikanskir hermenn skutu Osama bin Laden, tí teir óttast møgulig hevndarálop.
Pulvurbrøvini í Washington minna um 2001, tá fimm amerikanarar doyðu, og 17 fingu skaða av brøvum, sum miltbrandsporar vóru í.