Nógv mist fyri hvørja sparda viðlíkahaldskrónu

Annika Sølvará, Stjóri í Granskingar­ráðnum

Annika Sølvará, Stjóri í Granskingar­ráðnum
------
Hakin er endiliga settur í fyri nýggja miðnámsskúladepilin í Marknagili. Uttan at fara inn í kjakið um, hvørt hetta er rætti bygningurin og prísurin, so fegnist eg um, at miðnámsskúlanæmingarnir og starvsfólkini fara at fáa nýggjar og góðar karmar. Gomlu skúlarnir eru nettupp gamlir, ikki tíðarhóskandi, og harafturat eru tær niðurslitnir, serliga tí teir hava verið ov illa røktir í mong ár.
Hetta við at halda almennar bygningar viðlíka er ein av stóru trupulleikunum hjá føroysku myndugleikunum. Tað tykist, sum tað er nógv stuttligari at játta pening til at byggja nýtt, enn at viðlíkahalda ørgrynnuna av landsins ognum.
Tað standa í dag eitt ótal av almennum bygningum, sum eru í alt ov ringum standi. Hetta hóast talan oftast er um karmar um arbeiðspláss hjá starvsfólkum og lestrarpláss hjá næmingum. Leiðslur bróta í áravís landsins lógir m.a. um arbeiðsumhvørvi, tí peningur ikki er tøkur til at syrgja fyri røktini. Nærum hvønn mánaða frættist um partar av bygningum, sum verða stongdir, ella um heilar bygningar, har starvsfólk mugu flyta út, orsakað av soppi og líknandi. Orsøkin? Manglandi játtan til viðlíkahald og umvælingar. Avleiðingin? Alt á gosi, bráðfeingis umvælingar neyðugar. Hetta etur burturav ella etur alla játtanina til avtalað viðlíkahald. Tað ætlaða má útsetast, forfellur meira og so koyrir sirkusið.
Tað sigur seg sjálvt, at tá tørvurin á játtan til viðlíkahald og umvælingar er fleirfalt tað, sum verður játtað á løgtingsfíggjarlógini, so má tað ganga galið. Av teimum 25,4 mió kr. sum eru settar av til viðlíkahald av landsins bygningum í 2013, eru góðar 9 mió. kr. til Mentamálaøkið. Hetta er alt ov lítið. Fyri at nevna úr rúgvuni, so skríggjar bygningurin hjá MMR sjálvum eftir pengum, kanska ú ímóti allari ársins játtan til mentamálaøkið. Fróðskaparsetrið og Søvn Landsins hava stóran tørv á játtan til umvæling. Fyri ikki at tala um tørvin hjá Venjingarskúlanum, sum eg hava serligan áhugað fyri, tí børn míni ganga har.
Manglandi viðlíkahald er ikki bara ein trupulleiki í Føroyum. Í eini frágreiðing frá Dansk Byggeri í 2010 verður manglandi viðlíkahaldið av donskum bygningum og anleggum viðgjørt. Tað verður staðfest, at tað ber til at niðurraðfesta almennu bygningarnar og anleggini eina stutta tíð, uttan at bygningarnir fáa skaða av hesum. Men tá hetta hendir konsekvent yvir fleiri ár, so er vandi fyri, at tað ikki er nóg mikið við viðlíkahaldi, men í staðin verður tørvur á umvælingum. Ein greining hjá COWI vísti, at meirkostnaðurin við at skula umvæla heldur enn at hava javnt viðlíkahald kemur upp til umleið 30%. Tað merkir, sigst í frágreiðingini, at donsku kommunurnar ikki bara skumpa eina rokning frammanfyri sær, men skumpa eina rokning, sum verður størri og størri. Og hetta er altso tað sama, vit gera i Føroyum í dag, játta væl minni enn tørvurin er og útseta trupuleikarnar.
Aftur til Marknagilsdepilin. Tað finst uttan iva ein frymil fyri, hvussu nógv eigur at vera sett av til vanligt viðlíkahald fyri at halda einum nýggjum bygningi í góðum standi. Vónandi verður ein nøktandi viðlíkahaldsjáttan sett av til Marknagilsdepilin beinanvegin, hann verður tikin í brúk, so hann kann røkjast við skili til gleði fyri tey, sum skulu húsast har.
Meðan depilin verður bygdur, er eisini neyðugt at verandi skúlar og aðrar bygningar vera umvældir og hildnir viðlíka, so teir ikki forfalla og krevja enn størri ábøtur, orsakað av fleiri ára niðurraðfestingum. Ein útseting kostar meira í síðsta enda.

Frágreiðingin kann lesast her: www.danskbyggeri.dk/files/Filbibliotek/Nyheder%20og%20presse/Presse%20og%20Politik/kommunalperformance/Budget%20og%20Regnskab/Notater/60263.Kommunernes%20budgetter%20og%20regnskaber.pdf