Nógv má broytast hjá KÍF

Hóast KÍF bara var eitt mál frá at H71 í fyrstu FM-finaluni mikukvøldið, so mugu teir broyta nógvar liðir í spæli og hugburði, skulu teir hava nakran sum helst møguleika at vinna FM-heitið

Tað er eingin ivi um, at KÍF má broyta nøkur ting undan næstu finaluni, skulu teir gera sær nakða far um at vinna sær FM-heitið. Serliga innanhýsis. Tað var eyðsæð, at teir úr Kollafirði høvdu sett sær fyri at takkla hart í fyrru finaluni, og hóast tað í løt­um riggaði ógvuliga væl og setti hoy­víkingar undir virðing, so fór alt ov ofta út um mark. Tann ørgrynna av útvísingum - heili átta í tali – sum raktu teir reyðu henda dagin, kemur eiheldur at loysa seg leygardagin.
Greiða oddaliðið skal stíga fram og vísa teirra virði, og tað skal bonkurin eisini. KÍF-venjarin, Jan Ottesen, hevur helst ovmikið at gera við at fáa sínar egnu leikarar at spæla væl, og ta drúgvu og óneyð­ugu tíðina hann spillir til at brøla eftir dómarunum, má skerjast.

Spæla egið spæl
Tá ið KÍF spælir sítt egna spæl, er tað helst einki lið í Føroyum, sum kann spæla upp við teir, og tað vístu teir eisini í løtum í fyrru finaluni. Løturnar skulu tó helst gerast longri í næstu finaluni.
Tað er trupult at lesa KÍF av, hvaðani álopini verða rundað av, tí teir hava so ótrúliga nógvar leik­arar um boðið, sum úr øllum vinklum kunnu skjóta mál.
Tað eru serliga tær nógvu yvir­gongdirnar hjá teimum væl samans­pældu leikarunum hjá KÍF, sum – tá ið tær rigga – eru við til at skilja verjuna hjá mótstøðuliðnum sundur. Hetta sóust eisini nøkur dømi um í fyrstu finaluni, so um meiri verður at síggja til tær, somu­leiðis sum verjan takklar skilabetri, hava teir avgjørt eina møguleika at bera eina triðju og avgerandi finalu heim til Kollafjørð.

Kvikir hoyvíkingar
Tað er púra greitt, at spælið hjá H71 í stóran mun er skrúvað sam­an til at spæla stórskjúttan Bogdan Florea til skot. Tað, ið ger teir vanda­miklar, er, at hepast hetta ikki, er teirra plan-B eisini vanda­mikil. Rógvi Sørensen gongur á odda hjá einum lættbeintum álopi við góðum fótskifti og ferð, og er hetta við til at geva teimum góða styrki í gjøgnumbrotunum. Dánjal Tórgarð telist millum evnaríkastu vongleikararnar, ið Føroyar enn hava sæð, og er tann tekniskt dugnaligi vinstri vongurin altíð góður fyri nøkur mál og skal ikki undirmetast.
Trupulleikin hjá hoyvíkingum er áhaldnið. Í fyrstu finaluni spældu teir ein góða fyrsta triðing, síð­ani fullu teir fullkomiliga burtur og síðani avgjørdu aftur í seinasta trið­ingi av dystinum.
Verða kortini betur blandað og umhugsnið nær og hvar orkan skal leggjast, hevur H71 við heima­vallarfyrimuni ein góðan møgu­leika at senda FM-heitið til Hoyvíkar longu leygardagin.

Ási Dam:
Verður ikki lættari nú
Ási Dam, sum fyri tað mesta spældi sum bindiliður í álop­inum hjá KÍF, metir, at teir ikki dugdu nóg væl at takkla dystin.
– Vit fóru í panikk, tá ið teir nærkaðust, og fóru at taka býttar avgerðir bæði í skotum og avleveringum. Tað hevði eisini nógv at siga, at Andrias (Nielsen, red.) gjørdist skaddur, sigur Ási og vísir á, at tað serliga eru skotini, sum skulu sita betur í næstu finaluni, og um tey høvdu sitið í fyrstu final­uni, so høvdu teir helst vunn­ið hana.
Nú eru øll eyguni vend mót­vegis næstu finaluni leygar­dagin, sum kann gerast avgerandi. Vit spyrja Ása, um teir vænta teir at hava nakran møguleika á útivølli, nú teir ikki megnaðu at vinna á H71 heima í Kollafirði.
– Tað verður ikki lætt, men vit hava møguleikan. Vit eru nummar eitt í deildini, men... Nei, tað verður ikki lættari enn á heimavølli, sigur kviki spælstýrarin hjá KÍF.

Dánjal Tórgarð:
Einki er avgjørt
Tekniskt dugnaligi vongleik­arin hjá H71, sum stóð fyri avgerandi málinum í fyrstu FM-finaluni, Dánjal Tórgarð, var væl nøgdur eftir sigurin í Kolla­firði mikukvøldið.
– Har var ikki nógvur munur á liðunum, sum støðan eisini sigur. Men eg haldi, at verjan hjá okkum stendur ótrúliga væl, og vit megna at fáa tey málini, ið skulu til. KÍF verjir eis­ini væl, so tað bleiv eingin pen­ur dystur, men tað handlar um at fáa eitt mál meiri enn hinir, og tað fingu vit, sigur Dánjal.
Hóast avrikið var nokk til at vinna á annars næstan alt-vinnandi KÍF, so kann hann peika á – um ikki nógv, so nøkur – ting, sum kunnu betrast.
– Vit skulu betra um álops­spælið. Tað var rættiliga stívt í fyrstu finaluni. Eisini má kontra-fasan betrast, men sum heild er tað ikki so nógv, sum treingir til broyting, sigur lands­liðs­leikarin og slær fast, at einki er avgjørt undan næstu finaluni leygardagin.
– Nú hava fingið fyrsta sig­ur­in, men einki er avgjørt enn, og vit hava langan veg eftir. KÍF er eitt ótrúliga sterkt lið, so tað kemur at krevja alt frá okkara síðu at vinna leygardagin, sigur Dánjal Tórgarð at enda.