Mannarættindafelagsskapir í Sýrialandi siga, at umleið 320 lík eru funnin í býnum Daraya, eftir at stjórnarherurin hevur skipað fyri einum stórálopi har teir seinastu dagarnar við flogførum og tyrlum. Sagt verður, at 200 av teimum 320 líkunum eru eyðmerkt, og at talan er yvirhøvur um menn, sum eru skotnir.
Franska tíðindastovan AFP sigur, at tað ber ikki til at fáa váttan fyri, at tíðindini eru sonn, tí útlendsk tíðindafólk fáa ikki arbeitt í Sýrialandi.
Almenna sýriska sjónvarpið umrøður eisini átakið hjá stjórnarherinum og sigur, at "yvirgangsbólkarnir, sum vóru eftir í Daraya, eru ruddaðir av vegnum".
Meginparturin av fólkinum í Daraya eru sunnimuslimar, sum hava verið virknir í uppreistrinum ímóti stýrinum, sum fyri tað mesta er mannað við alawittum.
Alawittarnir eru ein shiamuslimsk sekt, og 12 prosent av sýriska fólkinum eru alawittar, sum bera ótta fyri at missa alt, um stýrið hjá Bashar al-Assad, forseta fellur. 74 prosent av fólkinum í Sýrialandi eru sunnimuslimar, og 10 prosent eru kristin.










