Nógv koyra uttan trygdarbeltið

At fólk ikki binda seg í trygdarbeltið, tá teir koyra bil, er høvuðsorsøkin til, at løgreglan útskrivar bøtur. Stjórin i Ferðslutrygd biður fólk sýna ábyrgd Í summar hevði løgreglan grein 13 kanningar kring landið, og nú er endalig uppgerð gjørd yvir bøtur og átalur.

Samanlagt vórðu 1673 akfør steðgað av løgregluni, og 213 frágreiðingar vórðu skrivaðar.

Meira enn hevltin av bilførarunum, sum endaðu í bókini hjá løgregluni, sótu ikki í trygdarbelti.

34 akfør høvdu ikki ljósini í lagi, og 28 fólk fáa bót, tí tey ikki høvdu koyrikortið hjá sær.

- Vit hava havt átøk fyri at fáa fólk at brúka trygdarbeltið, og tey hava bøtt um støðuna, men tað er ikki nóg gott, at tað framvegis eru mong, sum koyra bil uttan trygdarbelti, sigur Sølvi Reinert Hansen, stjóri fyri Ferðslutrygd.

- Øll fólk eiga at koyra bil í trygdarbelti, og tað er umráðandi, at vit sum bilførarar sýna ábyrgd í ferðsluni við at nýta trygdarbelti, sigur hann.