Nógv hvílir á Arnór Atlasyni

Allir íslendingar fara tíðliga upp í morgin. Kl. 6.15 íslendska tíð - 7.15 føroyska tíð - skal tjóðarstoltleikin, íslendska manshondbóltslandsliðið royna at vinna sær pláss í olympisku hálvfinaluni.

Mótstøðuliðið verður Pólland, so talan verður um sterka og kvalifiseraða mótstøðu. Lyklaleikarar hjá Ìslandi eru tann livandi legendan og veteranurin, Ólafur Stefánson, sum mong meta verða ein tann besta hondbóltsspælaran í søguni. Hin lyklaspælarin er Arnór Atlason, sum hevur havt eina framúr kapping. Arnór hevur lagt upp til 24 mál higartil í kappingini, og er tað næstmest í kappingini. Fransmaðurin, Nikola Karabatic er fremstur við 25 málgevandi sendingum. Ólafur gamli hevur lagt upp til 20 mál. Íslendsku bløðini hava eisini nógv rósandi orð til Sverra Jakobsson, sum hevur staðið sum ein klettur í íslendsku verjuni. Pólski málverjarnir hava eitt hægri bjargingarprosent, enn íslendsku málverjarnir. Slavomir Szmal hevur eitt bjargingarprosent uppá 35%, og Marcin Wichary hevur eitt bjargingarprosent uppá 32%. Hreiðar Levy Guðmundsson og Björgvin Páll Gústavsson hava báðir eitt bjargingarprosent uppá 28%. Besti málverjin er týski Johannes Bitter við 41%, men tað var ikki nóg mikið til at bera Týskland í fjórðingsfinaluna.