Hóast Ísland er lítið á heimskortininum, er tað íslendska flogeftirlitsøkið eitt av teimum størstu í heiminum. Tað røkkur frá kanadiska markinum í vestri til Noregs í eystri og frá Norðpólinum suður á 61. breiddarstig. Í vídd er økið 5,1 milliónir ferkilometrar.
Hetta er eitt øki við nógvari flogferðslu, og í fjør vóru flogførini serliga tøtt. Uppgerðin hjá íslendska eftirlitinum Isavia vísir, at 11.489 flogfør fóru ígjøgnum økið í 2011, og tað var níggju prosent fleiri enn árið fyri. Samstundis var hetta nýtt met. Tað gamla metið var frá 2008.
Umleið 150 fólk arbeiða hjá Isavia, sum hevur høvuðsstøð í Reykjavík. Raksturin kostar einar 150 milliónir danskar krónur um árið, og tað rinda flogfeløgini, sum senda flogfør ígjøgnum eftirlitsøkið.
Isavia væntar, at umleið fýra prosent fleiri flogfør fara at flúgva ígjøgnum tess eftirlitsøki í ár enn í fjør. Sagt verður, at vøksturin í fjør hevði helst verið uppaftur størri, enn hann var, um øskan um Eyjafjallajøkli ikki hevði darvað flogferðsluni.