Nógv færri doyggja í donsku ferðsluni

Í fjør doyðu 220 fólk í ferðsluvanlukkum í Danmark. Tað er 14 prosent minni enn í 2010, tá ferðslan kravdi 255 mannalív, og hetta er samstundis tað minsta talið síðani seinna heimsbardaga, sigur hagstovan í Keypmannahavn.

Danir hava hagtøl yvir ferðsluna síðani 1930, og tey nýggju hagtølini vísa eisini, at talið á teimum, sum fingu skaða í ferðsluni í fjør, var tað minsta, síðani hagtalsskipanin byrjaði fyri 82 árum síðani.

Ferðsluóhappini og -vanlukkurnar eru eisini støðugt fækkaðar síðani síðani fyrst í sjeytiárunum.

Men tað gongur tann øvugta vegin við teimum, sum eru á súklu. Í 2011 doyðu 30 fólk á súklu í ferðsluvanlukkum í Danmark ímóti 20 árið fyri.