Arbeiðsmarknaðarkanning hjá Hagstovuni vísir, at síðan 2005 er talið av arbeiðstakarum lækkað við 11,3 prosentstigum Í 2005, tá Hagstova Føroya gjørdi fyrstu arbeiðsmarknaðarkanningina, arbeiddu 87,6 prosent av føroyingum millum 15-74 ár í størri ella minni mun. Hetta tal er tó lækkað øll árini, og nú er tað komið heilt niður á 76,2 prosent av fólkinum.
Tað merkir, at tað eru 11,3 prosentstig færri føroyingar, sum arbeiða og rinda skatt.
Tað hava øll árini verið fleiri menn enn kvinnur, sum hava verið virkin á arbeiðsmarknaðinum.
Í 2005 arbeiddu 91 prosent av monnunum og 83,5 prosent av kvinnunum. Í dag er munurin minkaður, men tað er nógv færri, sum arbeiða av báðum kynum.
78,6 prosent av monnunum arbeiða og 73,5 prosent av kvinnunum.
Hetta vísir arbeiðsmarknaðarkanning hjá Hagstovuni.
Kanningin varð gjørd á heysti 2009.