Nógv fólk til Húsar á útoyggjastevnu

Nógv fólk ætla sær á Útoyggjastevnu, sum í ár verður á Húsum á Kalsoynni. Sam hevur siglt allan seinnapartin uttan steðg - og nú hann fór avstað klokkan 18.30 av Klaksvík, stóðu bilar eftir upp í ein fullan bát. Av teimum fleiri kampingvognar.

Tó er eingin neyð, tí tað tekur minni enn ein tíma at sigla yvir á Syðradal og aftur til Klaksvíkar at fylla bátin.

Tey hava eisini gjørt nógv fyri at kunna taka ímóti so nógvum gestum, sum gjørligt og skráin er drúgv.

Eisini hevur Klaksvíkar kommuna hjálpt til við at rigga kampingøkir til á Trøllanesi og í Mikladali og verið hjálpin á Húsum við at útvega el-skipan til kampingvognaøki har. Hetta var tí, at fyrispurningur var um møguleiki var fyri at hýsa eini 16 kampingvongum í sambandi við Útoyggjastevnuna. Og tað er tað so nú, og kanska eisini nøkrum afturat.

Í ár er útoyggjastevnan, sum sagt á Húsum, og vit vita av royndum, at tey sum búgva á Húsum er sera dugnalig at skipa fyri. Húsa bygd er væl fyri, tá ið tað kemur til at skipa fyri. Tað er nógvur og virkin ungdómur í bygdini og ymiskir falagsskapir. Á Húsum er tað Bygdarfelagið sum skipar fyri saman við skótum og øðrum. Har er dansifelag, fótbóltsvøllur, bindiklubbur og hópin av øðrum, sum taka eina hond í fyri at fáa alt at virka væl á Útoyggjasetvnuni.

Vit ynskja Syðradals og Húsa fólki, og øllum sum fara á stevnuna eina góða og gevandi stevnu.

Orð og myndir: Dávur Winther