Nógv fólk úti í nátt

Sambært vakthavandi á løgreglustøðini, so hevur náttin verið friðarlig sum heild. Nógv fólk hava verið úti og politiið hevur eisini verið til staðar.

 

Ein maður bleiv tikin fyri rúsdrekkakoyring í Hoydølum og hann verður ákærdur fyri at hava koyrt meðan ávirkaður.

 

Eitt løgið fyribrygdi tók seg upp í nátt. Eftir øllum at døma er tað blivið áhugavert at taka flaggstengur, tí tríggjar ferðir í nátt var politiið tilkallað, tí onkur gekk við eini flaggstong. Enntá vórðu tað tríggir ymsir menn, ið allir høvdu fingið sama hugskot.