Borgarafundur
Eini 80-90 fólk møttu á borgarafundinum, sum Oyndarfjarðar bygdarráð skipaði fyri á Fjalsgarði leygardagin. Hetta er eitt stórt tal av fólki í eini kommunu, sum telir 115-120 veljarar.
Umframt bygdarráð og bygdarfólk, vóru formenninir í Fuglafjarðar kommunu og Runavíkar kommunu, Sigurd Simonsen og Rodmundur Nielsen, við á fundinum. Hilmar Høgenni, sum starvast á kommunudeildini í løgmálaráðnum, var eisini við.
Tríggjar framløgur
Tríggjar framløgur vóru, og tær tók bygdarráðsformaðurin í Oyndarfirði, Árni Joensen, sær av.
Í fyrsta lagi greiddi hann frá, hvat bygdarráðið hevur tikið sær fyri í hesum skeiðnum. Í øðrum og triðja lagi greiddi hann frá, hvussu ávikavist Fuglafjarðar kommuna og Runavíkar kommuna kundu hugsað sær, at samstarvið verður eftir eina møguliga samanlegging.
Eftir framløgurnar, var kaffisteðgur, og eftir steðgin søgdu teir tríggir, Sigurd Simonsen, Rodmundur Nielsen og Hilmar Høgenni nøkur orð.
Hilmar greiddi frá, hvørji øki kommunurnar í framtíðini koma at umsita.
Eftir hetta, var kjak um tað, sum fram er komið.
Um hálvan september fingu oyndfirðingar kunningartilfar borið á dyrnar um eina møguliga samanlegging.
Í hesum tilfari verður kunnað um fyrimunir og vansar við samanlegging, ávikavist við Fuglafjarðar kommunu ella Runavíkar kommunu.
Lívligt kjak
Árni Joensen sigur, at fleiri spurningar vórðu reistir á fundinum.
- Nógv fólk nýttu høvi at spyrja, og tað vóru tey, sum høvdu fleiri spurningar, sum fundurin leið. Eg vil siga, at tað var lívligt kjak, og nógvir góðir spurningar vórðu reistir.
Spurdur, hvønn veg fólk "hella", sigur Árni, at tað dugir hann slett ikki at meta um.
- Eg trúgvi ikki, vit út frá borgarafundinum kunnu siga, hvør endaliga avgerðin hjá oyndfirðingum verður, tá ið atkvøðast skal.
Árni vísir á, at tað vanliga eru tey lutfalsliga fáu sum spyrja, meðan fjøldin lurtar.
- Men tá ið atkvøðast skal, eigur hvør borgari við valrætti sína atkvøðu. Tí er ógjørligt at siga í løtuni, hvussu útfallið tá verður, sigur hann.
Atkvøðugreiðslur
Ein meiriluti í bygdarráðnum hevur annars samtykt, at tvær fólkaatkvøður skulu verða í Oyndarfirði um samanlegging. Men hesar verða bert tvær í tali, um fólkið á teirri fyrru samtykkir at leggja saman við aðrari kommunu.
Árni sigur, at tann fyrra atkvøðugreiðslan verður, 18. nvember og tann seinna, 25. november.
- Á tí fyrru atkvøðugreiðsluni skulu fólk taka støðu til, um Oyndarfjarðar kommuna skal leggja saman við aðrari kommunu, og verður meiriluti fyri hesum, verður á seinni atkvøðugreiðsluni tikið støðu til, hvørjari av nevndu kommunum leggjast skal saman við, sigur Árni Joensen, bygdarráðsformaður í Oyndarfirði.









