Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum ymsastaðni í nátt, men hugurin at vera úti minkaði munandi, tá ið hann fór at øtla veðrið, so vórðu gøturnar skjótt manntómar aftur.
Løgreglan sigur, at tey nakrar ferðir hava skilt fólk sundur, sum vóru farin at keglast, uttan kortini at meiri varð burtur úr tí.
Fólk ringdu eisini til løgregluna, tí tey høvdu illgruna um at ein bilførari koyrdi ávirkaður, men tað var tað ikki talan um.
Men løgreglan sigur, at tey kanna eisini eitt annað mál, sum fyribils er skrásett sum eitt mál um harðskap. Í hesum sambandi komu fólk fram á ein mann, sum lá á jørðini tætt við miðbýin. Hann hevði fingið nakað av skaða og fór til kanningar.
Løgreglan sigur, at enn vita tey einki um, hvat er farið fram í hesum máli, men tað fara tey at kanna.