Nógv er sagt men lítið er gjørt

Seinastu árini eru nøkur frá framstig hend á útoyggj, men afturstigini hava verið fleiri

– Vit mugu fáa eina heildarætlan fyri útoyggjarnar.

 

Tað heldur Olga Biskopstø, samskipari í Útoyggjafelagnum.

 

Hon vísir á, at síðani Útoyggjafelagið varð stovnað fyri 16 árum síðani, eru fá framstig hend á útoyggj. Men afturstigini hava verið fleiri, leggur hon afturat.

 

Men nú heldur hon, at stundin er komin til at vit fáa eina heildarætlan fyri útoyggjarnar. Tað skal vera ein heildarætlan, har støðan verður lýst, og har tað verður staðfest, hvat krevst av samferðslu og øðrum viðurskiftum, fyri at gera tað liviligt á útoyggj.

 

Og í eini slíkari heildarætlan skal eisini verða ásett, hvussu stóra játtan, tað krevst at Strandferðslan skal hava fyri at røkja sínar skyldur til fulnar.

 

– Tað snýr seg um at vera frammanfyri sína tíð og ikki alla tíðina at koma haltandi aftan á, sigur samskiparin í Útoyggjafelagnum.

 

Eitt, ið onkuntíð verður nevnt, er at gera tað bíligari hjá útoyggjafólki at ferðast. Men Olga Biskopstø sigur, at prísurin á ferðaseðlum er ikki trupulleikin.

 

– Útoyggjafólk krevja ikki bíligari ferðaseðlar, tí tað hevur nógv størri týdning at fáa betri ferðasamband, sigur hon.

 

Hinvegin vísir hon á, at politiski viljin hevur altíð tókst at vera góður. Men tíverri sæst alt ov lítið til tað í verki. Tí vónar hon, at samgongan, ið nú situr, tekur sær um reiggj og ger eina heildarætlan.

 

Í 2001 kom eitt útoyggjaálit, har støðan á útoyggjunum varð lýst og har ítøkilig uppskot vóru um ábøtur. Men sum so nógv onnur álit, er hetta álitið eisini endað í eini skuffu og hesi 16 árini síðani álitið kom, er fá úrslit at síggja av tí arbeiðnum.

 

Olga Biskopstø sigur, at ein umbering hjá politikarum er, at málini, sum viðvíkja útoyggj, liggja undir ymsum ráðnum í Landsstýrinum og tí gongur tað so strilti at samskipa nakað.

 

– Vit skulu fegnast um tey framstig, sum eru hend, at skúgvoyingar hava fingið nýtt skip og svínoyingar og fugloyingar somuleiðis. Vit skulu eisini fegnast um, at ferjuskrái nú verður gjørdur í Svínoy.

 

– Hinvegin haldi eg, at tað var so sjálvsagt við hesum ábótum, leggur hon afturat. 

 

Men Olga Biskopstø heldur eisini, at afturstigini hava verið fleiri, eitt nú, er tað ógvuliga tvørligt at fáa farm út í útoyggj, og so harmast hon um, at ferðaætlanin út í Hest er skerd, so at fólk í Hesti nú eru verri fyri enn tey hava verið hesi seinastu 20 árini.

 

Og hon heldur, at í stóran mun snýr hetta seg um hugburðin hjá politikarum til útoyggjarnar, tí vildu teir broytingar innast inni, vórðu broytingar eisini gjørdar.