Nógv betri javnstøða á Tvøroyri

Tað verður nógv betri javnstøða í býráðnum á Tvøroyri eftir kommunuvalið í dag.

Malla Dam er einasta kvinna í býráðnum, men í nýggja býráðnum eru tvær kvinnur valdar afturat, nevniliga Anita Vibergsdóttir á fólkaflokslistanum og Marjun Olsen á Kvinnulistanum.

Sostatt verða tríggjar kvinnur av teimum sjey býráðslimunum á Tvøroyri.

Annars fáa tvørafólk tríggjar nýggjar býráðslimir, Mallu Dam, Marjun Olsen og Anitu Vibergsdóttir.

Nývald eru áðurnevndu tvær kvinnur og Bjarni Hammer á Javnaðarlistanum.

Afturvald eru annars Kristin Michelsen, borgarstjóri, Jens Johannesen og Hallur í Heiðunum.

Bergur Bærendsen og Jaspur Vang stillaðu ikki upp aftur og Pauli Einarsson varð ikki afturvaldur.

Á myndini er Marjun Olsen, vm, og Malla Dam á einum valfundi, sum Valkyrjurnar skipaðu fyri í Vági nú ein dagin.