?Tað er nógv sum bendur á, at vit fara at leiga Beskytteren.
Hetta kundi Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri fortelja tingmonnum hósdagin.
Og í gjáramorgunin endurtók hann hetta fyri Sosialinum.
Hann sigur, at enn hevur landsstýrið ikki fingið allar teir neyðugu upplýsingarnar, men arbeitt verður uppá at útvega teir.
? Men eftir tí, sum fyribils er komið fram, bendir nógv á, at vit fara at leiga Beskytteren í hvussu so er ímeðan tað nýggja skipið verður bygt.
Annars ber ikki til at taka endaliga støðu fyrrenn allir upplýsingarnir eru fingnir til vega.
Upplýsingar, sum mangla, eru m.a. hvat hann kostar at leiga, hvør skal betala tær broytingar, sum skulu gerast fyri at fáa hann skrásettan, hvussu verður við eykalutum - um vit kunnu brúka av eykalutagoymsluni hjá donsku verjuni, og, hvat tað kemur at kosta, ella um vit skulu hava okkara egnu eykalutagoymslu. Somuleiðis mugu vit hava greiði á, hvat hann kostar í rakstri.
Jørgen Niclasen sigur, at eftir tí, sum higartil er komið fram, er líkt til, at Beskytteren verður væl dýrari í rakstri, enn Tjaldrið er.
? Eftir upplýsingum, eg havi, fer Beskytteren at kosta 5,1 milliónir meiri, bara í olju og hýrum, enn Tjaldrið ger. Og tað mugu vit útvega pening til. Jørgen Niclasen sigur, at hann fær eitt tilmæli í næstu viku frá umsitingini við øllum upplýsingum um Beskytteren. Nær tað tilmælið kemur, veit hann ikki. Men tað ber ikki til at taka endaliga støðu fyrrenn tá.
Eftir umrøðuni á Tingi at døma halda nógvir tinglimir, at tað er rætt at royna a Beskytteren í hvussu so er eina tíð, til vit fáa eitt nýtt skip. Sí eisini greinina aðrastaðni í blaðnum "Beskytteren kann skjótt blíva dýrur at leiga".