Nógv børn fødd ov tíðliga

Í Danmark er talið á børnum, sum verða fødd ov tíðliga, vaksið nógv tey seinnu árini. Tað vísa tøl hjá skrásetingini hjá heilsustýrinum.

Tey vísa, at í 1990 vórðu 5,1 prosent av børnunum fødd ov tíðliga, og at hetta talið var 7,2 prosent í fjør. Tað svarar til ein vøkstur upp á heili 40 prosent, soleiðis at í dag verða umleið 4.700 donsk børn fødd ov tíðliga um árið. Tá sagt verður, at børn verða fødd ov tíðliga, merkir tað, at tey verða fødd minst tríggjar vikur fyri ta ásettu tíðina. Tá vigar barnið vanliga umleið 2.800 gram.

Ida Vogel, professari á lærda háskúlanum i Aarhus, sigur við Jyllandspostin, at nógv av børnunum, sum verða fødd ov tíðliga, hava likamligar ella sálarligar trupulleikar. Eitt nú eru 25 prosent fødd deyv, 25 prosent eru menningartarnað, og 40 prosent hava veikari sjón enn vanligt.

Serfrøðingar hava leingi sagt, at børn, sum verða fødd ov tíðliga, kosta samfelagnum líka nógv sum royking ella aids.