Nógv avskiping í Norðurhavnini

Í morgun fór Dettufossur av Norðhavnini, og seinnapartin kom Selfossur. Teir hava avskipað nógv í Norðhavnini í seinastuni.

Tá Gadus nú kemur í annaðkvøld, fyrireika teir seg við tómum byngjum at skipa veiðina í.

Faroe Ship hevur fyrr avskipað størsta partin av veiðini umvegis Tórshavn. Tí hava hópin av lastbilum flutt veiðina úr Norðhavnini til Havnar til avskipingar.

Samlaða nøgdin, sum hevur verið inn- og avskipað í Norðhavnini, hevur fyrr ligið um góð 20.000 tons um árið. Men av tí, at henda nøgd nú er økt munandi, hevur Faroe Ship gjørt av heldur at sigla á Norðhavninia til avskipingar enn at flyta byngjurnar við lastbili

Vegna broytta flutningsmynstrið eru nú oftani stór flutningsskip at síggja í Norðhavnini, umframt øll hini mongu fiskiførini.

So, Heini og allir hinir menninir, ið hava sína dagligu gongd í Norðhavnini, fegnast um ta nógvu skipaferðsluna, ið eisini ger dagin hugaligan.