Nógv arbeiði av páskaútflutningi

Kósavirkið arbeiddi saltifisk døgnið runt í eina viku fyri at fáa fiskavøruna klára til páskaútflutningin

Klaksvík: Um páskirnar er saltfiskur ein góð søluvøru í Suðureuropa, og hetta hava føroysku framleiðararnir eisini merkt farnu vikurnar.

Kósavirkið í Klaksvík er eitt av virkjunum, sum framleiðir saltfisk, og fyri góðari viku síðani varð arbeitt í trískiftisvakt fyri at fáa saltfiskin kláran til stóra páskaútflutningin.

- Vit hava havt støðugt saltfiskaarbeiði alt árið, men nú undan páskunum hevur tað verið eitt sindur meiri enn vanligt, sigur Adrian Dalsá, sum er stjóri á Kósini.

- Vit arbeiddu í trimum vaktum í eina viku, og tað var tí, at saltfiskurin skuldi náa fram áðrenn páskirnar, sigur hann.

Kósavirkið hevur tikið ímóti umleið 3000 tonsum av fiski í ár, og málið er at koma upp á 10.000 tons. Ì fjør tók virkið ímóti 9.000 tonsum, og tá vóru umleið 180 ársverk á virkinum.