Beint nú kemur roykur úr gosfjallinum Grímsvøtn, sum liggur undir Vatnajøkli. Enn er flogferðslan ikki rakt.
Hetta skriva fleiri íslendskir miðlar í kvøld. Sagt verður, at roykurin stígur himmalhøgt upp í loft.
Frá íslendsku veðurstovuni fær norska heimasíðan vg.no at vita, at eitt øskuskýggj helst liggur einar 10 kilometrar uppi í luftini.
Tey á veðurstøðini halda eisini eygu við jarðskjálvtum og gosopum, og ætlaðu fyrr í kvøld at senda eitt flogfar fyri at kanna støðuna nærri.
- Tað var um 7-tíðina í kvøld, at vit fingu fyrstu fráboðanina um at okkurt var áfatt her, sigur hann.
Økið er rættiliga oyðið, og tí verður ikki neyðugt at flyta fólk av staðnum, men enn er ikki greitt, um hetta kemur at ávirka flogferðsluna.
Í løtuni er hann landnyrðingur í ættini, og tí er ikki vandi fyri flogferðsluni sum fer umvegis Reykjavík ella Europa, men ávaring er send til Bretlands um at flogferðslan kann verða ávirkað.










