Nú gongur skjótt rætta vegin

Tá januar er liðugur er dagurin aftur sjey og ein hálvan tíma

Stytsti dagur er væl og virðiliga farin framvið, og hóast sólarljós summar dagar als ikki er at hóma í hesu myrku tíðini, so leingist dagurin nakrar minuttir hvørt døgn. Í dag 4. januar er sólarris klokkan 9.47, og sólsetur er klokkan 15.16. Tað merkir, at dagurin er 5 tímar og 28 minuttir. 

 

Men tá vit skriva 31. januar 2019 er dagurin longu so mikið nógv longdur, at vit fáa heili 7 tímar og 30 minuttir við sólarljósi. Í endanum av februar mánaði byrja mong so smátt at fáa sólarljós, tá tey fara til arbeiðis, tí tá fer sólin upp klokkan 7.33, meðan hon setur klokkan 17.46. Sostatt verður dagurin 28. februar 10 tímar og 12 minuttir. 

 

Stytsta dag var dagurin bert 5 tímar og 8 minuttir. Tá kom sólin upp klokkan 9.50 og setti aftur 14.59. Dagurin leingist fram til 21. juni. Tá er dagurin 19 tímar og 45 minuttir, og sólarris er klokkan 3.36, meðan sólsetur er klokkan 23.20.