Nýggur skótadepil fyri 12 milliónir á Selatrað

Skótarørslan í Føroyum tekur nú eitt ódnartak fyri at skapa ein framkomnan og nýskapandi depil á Selatrað, sum fer at gera tað nógv stuttligari at vera skóti

Tá ið KFUM skótarnir í Føroyum hittast til eyka landsstevnu á Selatrað leygardagin, skulu teir taka eina stóra avgerð.

Tí tá skal avgerðin fella um tey skulu fara undir eitt ódnartak fyri at gera ein nýggjan og framkomnan skótadepil á Selatrað.

Magni Laksáfoss, skótaovasti hjá KFUM skótunum, sigur, at tey hava í eina tíð arbeitt við eini ætlan um at nútímansgera skótadepilin á Selatrað.

Úrslitið av tí arbeiðnum er, at á landsstevnu leygardagin verður eitt uppskot til ein nýggjan skótadepil løgd fyri fundin til góðkenningar.

Talan er um skótadepil, sum bæði skal nøkta tørvin á stórum legum og á smærri legum og tað bæði uttandura og innandura, umframt at tað skal vera góðar umstøður til at halda skeið og fundir.


12 milliónir

Skótaovastin sigur, at tilsamans er talan um ein nýggjan skótadepil fyri 12 milliónir.

- Vit umhugsaðu at gera ábøtur á deplinum á Selatrað, men hvussu vit so vendu og snaraðu tí, komu vit bert at fáa eina hálva loysn fyri at kalla fullan prís.

Hann sigur, at sostatt hava tey heldur gjørt av at umkalfatra allan skótadepilin sum hann er og at gera ein nýggjan depil, heilt frá botni av.

Skótahúsið, Kambur, á Kambsdali er selt, tí bygdin vaks inn á skótarnar.

- Tá ásannaðu vit, at tað varð neyðugt at miðsavna okkum um ein skótadepil í Føroyum og úrslitið er so fyriliggjandi uppskot um hendan nýggja depilin á Selatrað. Talan er um eina heildarloysn, sum fevnir bæði um landsslagið og um bygningar og aðrar hentleikar.

Tað merkir, at flestu bygningarnir, sum eru á skótadeplinum á Selatrað nú, verða tiknir niður, ella fluttir og nýtt bygt ístaðin

Í deplinum verður eitt stórt, nýtt leguhús, umframt smærri hús, skúrar til amboð, bálpláss, tjaldingarpláss og annars alt, sum hoyrir einum framkomnum skótadepli til.


Bæði stórt og smátt

Verður ætlanin góðkend á landsfundinum, verður farið til verka beinanvegin

Men av tí, at talan er um eina stóra og dýra verkætlan, verður arbeiðið gjørt so hvørt, sum ráðini verða til tað.

Men ætlanin er at hava tað stóra bálplássið liðugt longu á landsleguna, sum skal vera í summar. Roynt verður eisini at hava Úlvadalin lidnan í summar og tá er eisini ætlanin at planta rundanum Rovarasmáttuna.

Saman við tí tey fingu fyri húsið á Kambsdali, hava tey útvegað sær ein startkapital upp á millum tvær og tríggjar milliónir.

Men tey fara nú at søkja um stuðul ymsastaðni frá og tey fara at byggja, so hvørt tey fáa stuðul.

Les eisini greinina: Framkomin depil við øllum hentleikum



Mynd: Heildaryvirlit

Heildaryvirlit yvir nýggju skótaleguna. Í tekstinum verður meiri nágreiniliga greitt frá, hvussu depilin er skipaður


Mynd: Bálpláss

Allur skótadepilin verður bygdur rundanum um tað stóra bálplássið í miðjuni, sum Hjálpirót hevur skipað fyri.