Nýggjur Vodafone-dómari

Bárður Mortensen dømdi fríggjakvøldið sín fyrsta dyst í fremstu føroysku fótbóltsdeildini. Hetta tá hann leiddi uppgerðnia millum Víking og 07 Vestur. Bárður, sum er 36 ára gamal, hevur áður dømt dystir í næstbestu deildini, og tað kemur hann eisini at gera framyvir. Nú er hann tó eisini partur av toyminum, sum skal døma í Vodafone-deildini, og hann fekk nógvar rósur fyri fyrstu uppgávuna fríggjakvøldið.