Nýggi Vitin, sum kom á Fuglafjørð dýra biðidag, lastar umleið 1.200 tons, sigur reiðarin, Gordon Martin Midjord. Hann myndar saman við pápanum, Peturi Midjord, partafelagið Sandgrevstur.
Sandgrevstur er gamalt felag. Tað er farið um ta hálvu øldina. Tað var Gordon Midjord í Fuglafirði, abbi núverandi reiðaran, sum byrjaði hetta virksemið við sandbátunum. Nú annað og triðja ættarlið standa fyri, hava teir keypt tann 10. bátin hjá felagnum.
Gordon Martin Midjord sigur, at skipið væntandi verður brúkt til annað enn at føra sand við. Til dømis var tað fult av korni, sum Havsbrún skal brúka til fóðurframleiðslu, nú tað kom á Fuglafjørð. Og soleiðis fer skipið helst at verða brúkt til slíkt, sum førast skal, sigur reiðarin.
Talan er um eldri skrokk, sum er umvældur. Maskinan er nýggj. Reiðarin, Gordon Martin Midjord, leggur ikki í at siga, hvat skipið kostar.