Fótbóltur
Nýggi HB-venjarin fekk júst ta byrjanina, sum hann ynskti sær, tá HB sunnudagin fór undir sætta seinasta dystin á kappingarárinum.
Ikki nóg mikið við at HB vann ætlaða og væntaða sigurin á einum GÍ-liði, sum enn er langt frá fortíðarinnar stórbæri. Stigamissurin hjá Skála hevði samstundis við sær, at HB nú aftur kann avgera alt FM-stríðið. Kravið er »einans« at liðið vinnur teir fimm dystirnar, sum eru eftir á skránni.
Greiður sigur
Tað vóru í nógvar mátar skaðar, sum høvdu neyðugar broytingar við sær á HB-liðnum. Við Hans á Lag, Jóhannis Joensen og Tór-Ingar Akselsen á skaðalistanum, vantaðu tríggir av teimum meira royndu spælarunum, og tí máttu aðrir setast við.
Tað merkti hesaferð, at Svenn Jacobsen aftur var í miðverjuni, og at Hallur Danielsen var á høgra bakki. Á álopspartinum varð talan so um tríggjar mans frammi, og var Rókur Jespersen her sentrali maðurin millum Jákup á Borg og Bárður Mortansson.
HB hevði greiða yvirvág at kalla allan fyrra hálvleik, og tað var eisini heilt í tráð við spælbýtið, at Rókur legði vertirnar framum, tá hálvur tími var farin av fyrra hálvleiki. HB setti tó ikki ferðina niður, og tað gav eisini bonus undan steðginum. GÍ-verjan var ikki heilt vakin, tá innkast varð tveitt avstað í høgru, og brádliga stóð Jákup á Borg púrasta leysur, soleiðis at hann kundi senda í netið.
Eftir steðgin dovnaði spælið nakað. Gøtumenn komu betri við í dystinum, og nakað av spenningi kom eisini í, tá Krzystof Popczynski átti seinasta fótin á eftir lítlum korteri. Eina løtu ridlaði sjálvsálitið í HB-hópinum, og við neyvleika og hepni kundi GÍ hesa løtuna av álvara strítt seg aftur í dystin.
Men eitt korter fyri dystarlok var liðugt. Jákup á Borg átti enn einaferð uppspælið, tá hann sendi høgt inn um gøtu-verjuna. Har fann bólturin innskifta Hendrik Rubeksen, og so var leyst og liðugt. At Uni Arge so enn einaferð sýndi máltevið, tá hann stútaði hornaspark í kassan til sítt 179. mál fyri besta HB-liðið, hevði meira kosmetiskan týdning fyri úrslitið. Men fyri sjálvsálitið er einki at ivast í, at hetta eisini munaði væl.
Skála bíðar
Og so er av álvara lagt upp til stórdyst, tá HB vitjar á Skála komandi vikuskifti. Fyribils hevur HB aftur lagt seg heilt fram í oddastríðið, har teimum nú ikki tørvar nakra hjálp av nøkrum slag.
Spurningurin er so, hvørt liðið eisini er ført fyri at taka seinasta fetið, soleiðis sum teir hava gjørt tað trý ár á rað. Í øllum førum er fyribils staðfestingin, at HB'arnir avgjørt ikki skulu avskrivast, og sum fleiri av áskoðarunum hava tikið til í ár, so hevur liðið enn ikki sýnt spæl av slíkum flokki, sum teir eru førir fyri. Men tað kemur kanska komandi vikuskiftið.










