Sandoy: Í løtuni kanna tey hjá Landsverki, hvat besta uppskotið er fyri tí nýggja vegnum gjøgnum Sandslíð. Tvey uppskot liggja á borðinum, sum bæði hava til endamáls at avloysa henda gamla vegin, sum man teljast millum elstu vegastrekki í landinum.
Hann er tí ikki tíðarhóskandi longur til ta ferðsluna, sum koyrir eftir honum hvønn einasta dag.
Tí verður kannað hvat rættast er at gera, - breiða vegin ella møguliga bora ein tunnil.
Av Landsverki verður upplýst, at prosjekteringskostnaðurin fyri 2007 er 300.000 kr.
Kostnaðurin fyri sjálvt arbeiðið er rættiliga ymiskur ? úr 21,5 heilt upp í slakar 36 mió krónur.










