Nýggjur Toyota sportbilur

Um eitt hálvt ár kemur Toyota á marknaðin við einum heilt nýggjum bakhjólsdrivnum sportbili við boxermotori

Tað er ikki á hvørjum degi at ein nýggjur sportbilur frá Toyota kemur á marknaðin, men nú er ein á veg. Talan er um Toyota GT 86, sum hevur heimspremieru í hesum døgum á Tokyo Motor Show. 


Toyota hava gjøgnum tíðirnar havt fleiri sportbilar sum t.d. Toyota 2000 GT, sum var bleiv heimskendur fyri sín leiklut í James Bond filmum, síðan eru tað Celica, Supra og MR2. 


GT 86 er einasti sportbilur í heiminum, sum hevur boxermotor framman og verður drivin av bakhjólunum. Boxermotorurin er ein 2-0 litra bensin við 200 hk. 


Sum tað sæst á myndunum, er GT 86 ein bilur við flottum designi. Toyota GT 86 kemur á marknaðin á sumri 2012.