Nýggjur tingmaður á Løgting

Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýri, er sjúkrameldaður í tveir mánaðir

Tað verður eitt nýtt, men tó kent andlit, sum tekur sæti á tingi í dag fyri Kára P. Højgaard, Sjálvstýri.

 

Bárður Kass Nielsen sat á tingi tað mesta av undanfarna valskeiði, men tá ið val var fyri tveimum árum síðani rakk atkvøðutalið ikki til, at hann slapp aftur á ting.

 

Bárður Kass Nielsen er tó fyrsti eykamaðurin hjá Sjálvstýri og tá ið nú Kari P. Højgaard er burtur í tveir mánaðir, so tekur Bárður Kass Nielsen sæti á tingi í dag.

 

Kári P. Højgaard er skurðviðgjørdur í knænum og er sjúkrameldaður í tveir mánaðir.