Linn Mohr Augustinussen er 44 ára gamal, og hevur útbúgving sum byggiverkfrøðingur. Hann hevur fjølbroyttar royndir innan byggivinnuna í Føroyum og uttanlands, skrivar Tvøroyarar kommuna á heimasíðuni.
Seinastu fýra árini hevur hann starvast sum verkætlanarleiðari hjá M.T. Højgaard. Áðrenn hetta, hevur hann millum annað starvast í eitt ár sum byggiverkfrøðingur hjá Varðanum Pelagic. Og í meira enn 10 ár hevur hann starvast uttanlands á fleiri byggiverkætlanum hjá Pihl og Søn, eitt nú den blå Planet og Metroselskabet I/S.
Linn Mohr Augustinussen er tvørámaður og uppvaksin á Hvítanesi. Hann er giftur Sáru Eriksdóttir Augustinussen, eisini av Tvøroyri, og eiga tey trý børn.
Linn Mohr Augustinussen byrjar í starvinum 1. juni 2020.











