Nýggjur tænari til evsta músafangara í stjórnini

Boris Johnson er nú fluttur inn í Downing Street 10, og talsmenn fyri stjórnina boða frá, at frensurin Larry verður sitandi sum evsti músafangari í stjórnini.

Larry er fyrsta kettan, ið fekk almenna tittulin sum Chief Mouser of the Cabinet Office, hóast tittulin hevur verið í nýtslu millum manna áður. Boris Johnson verður sostatt triði forsætisráðharrin, ið tænir undir Larry.

 Nógv talar fyri, at kettur hava verið partur av ensku - og síðani bretsku - stjórnini síðan 16. øld, og hildið verður, at tað var Wolsey kardinalur, ið stóð fyri fyrstu kettuni, tá hann tænti undir Henry VIII.

Almenn skjøl ganga tó bert aftur til 1924, tá Rufus av Onglandi, ið vanliga varð kallaður Treasury Bill, kom í Downing Street 10 sum partur av stjórnini hjá Ramsay Macdonald.

Tað hevur verið ymiskt, hvussu leingi ymsu músafangararnir hava verið í starvi, men hildið verður, at Wilberforce hevði longstu tænastu í Downing Street 10. Wilberforce kom í forsætisráðharrahúsini í 1973 og var í starvi har til 1986, tá hann varð pensioneraður. Wilberforce hevði sostatt fýra forsætisráðharar undir sær í tíðini í Downing Street: Edward Heath, Harold Wilson, Jim Callaghan og Margaret Thatcher.

Hóast Larry hevur pappírini uppá, at hann er evsti músafangari fyri stjórnina, so er hann ikki einsamallur á Downing Street. Palmerston, ið er músafangari fyri uttanríkisráðið, er ofta at síggja í gøtuni, og fleiri ferðir hava heimilds- og myndugleikatrætur tikið seg upp frensana millum.

Tað hava verið tíðarskeið uttan músafangara á Downing Street, millum annað frá 2009 til 2011. Tá rottur vórðu fangaðar á myndatóli tvær ferðir í januar í 2011 uttan fyri forsætisráðharrahúsini, varð David Cameron, táverandi forsætisráðharri, spurdur, um stjórnin ætlaði at seta nýggjan músafangara í starv. Svarið var, at ongar ætlanir ætlanir fyrilógu um tað. Mánaðin eftir boðaði London Evening Standard tó frá, at Larry var settur í starvið.

Larry hevði frammanundan ongar royndir sum rottufangari, men livdi av almannahjálp í Battersea Dogs & Cats Home.