Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, hevur vegna Føroya Landsstýri skrivað undir samstarvsavtalu við Lokale- og Anlægsfonden, LOA-grunnin, soleiðis at føroyingar í ár kunnu søkja um stuðul til íløgur innan ítrótt og mentan.
Við avtaluni við LOA fer at bera til at søkja um stuðul ella lán til størri íløgur í ítróttaverkløg, mentanarhús, sjónleikarhús, konserthús, verkløg til skótar, biografar, tónleika- og dansiverkløg o.t. at nýta til almannagagnlig endamál. Tey, sum kunnu søkja, eru feløg, stovnar, grunnar og kommunur, sum ynskja at byggja og reka verkløg uttan fíggjarlig egináhugamál.
LOA-grunnurin er danskur grunnur, ið verður fíggjaður við 8% av donsku veddingarpengunum, harumframt hevur grunnurin eitt stovnsfæ, sum donsk ítróttarfeløg settu í grunnin, tá ið hann varð stovnaður í 1993.
Árliga gjaldið til LOA-grunnin er uml. 540.000,- kr. Stjórnin í Ítróttarsambandi Føroya hevur játtað at rinda kr. 200.000,- hetta fyrsta árið, fyri at hjálpa til við at fáa gongd á málið, og restina fíggjar Mentamálaráðið.
Landsstýriskvinnan fegnast um, at Ítróttarsamband Føroya hevur stuðlað og tikið so væl undir við at fáa avtaluna við LOA-grunnin í lag. Forsetin í Ítróttarsambandi Føroya, Petur Elias Petersen, fegnast eisini um avtaluna, sum hann heldur er ein góður møguleiki at fáa eksternan stuðul til áhugaverdar byggiverkætlanir innan ítrótt og mentan.