Fiskimálaráðið hevur í dag sett Eilif Gaard í starvið sum stjóri á
Havstovuni.
Eilif Gaard er 53 ára gamal og hevur starvast innan ymisk virkisøki á
Havstovuni í góð 20 ár.
Eilif er útbúgvin innan lív- og evnafrøði á Lærda Háskúlanum í Odense í
1987.
Harumframt er hann doktari í lívfrøði við sergrein í vistfrøðiskipanini á
føroyska landgrunninum, og vardi hann doktararitgerð sína á Lærda Háskúlanum
í Tromsø í 2003.
Ætlandi tekur hann við nýggja starvinum í seinasta lagi 1. mars 2010.