BYGGING
Runavík:
Ein nýggjur skrivstovu- og handilsbygningur verður nú bygdur í Runavík. Ella kanska meira at siga umbygdur, tí talan er um at gera eina hædd oman á ein verandi bygning og innrætta skrivstovu í honum.
Tað er bygningurin hjá Teymavirkinum, sum Leikabúðin hevur hildið til í, sum skal umbyggjast.
Rúni Berg, stjóri á Teymavirkinum, sigur, at ætlanin er at innrætta tvær tær ovaru hæddirnar, sum vera góðar 300 fermetrar hvør til víddar, til skrivstovur, meðan Leikabúðin kemur inn aftur í somu hædd, hon higartil hevur verið.
Tað verða fýra skrivstovuhøli á 50 fermetrar hvørt í hvørjari hæddini. Møguleiki verður tó at taka veggir niður, soleiðis at samanhangandi høli upp á 100 fermetrar fáast burturúr, um ynskt verður tað. Skrivstovurnar verða ávikavist niðan móti vegnum og oman móti havnarlagnum.
Eftir miðuni verður so gongd við tekøki og wc til hvørja eindina. Einki verður til felagsbrúk.
Í ovastu hæddini, sum eisini verður innrættað við fýra skrivstovum, verða kvistar settir omaná.
Yvir gongubreytini verður úthang, sum fólk fær gingið ella staðið turt undir, sigur Rúni Berg.
Enn er einki leigumál avtalað, sigur hann, men vónar tó, at tað man fara at koma, til bygningurin verður liðugur, væntandi í mars mánaða komandi ár.
Tað er eingin skrivstovubygningur til útleigan tøkur í býnum, sigur Rúni Berg, sum metir, at tørvur er á einum slíkum.
Hann vil ikki siga, hvat umbyggingin fer at kosta, men ásannar tó, at tað verður helst ikki bíligt.