Nýggjur skipshandil er latin upp á Hammershaimbsvegi 25 í Sandavági. Í hølunum, har Fotohjørnið fyrr helt til.
Tað eru partar av handlinum hjá Hjørleifi Joensen í Miðvági, sum fluttir eru til Sandavágs. Og so er annað komið afturat, sigur Hans Gudmundsen, sum saman við Stefani Simonsen stendur fyri nýggja handlinum í Sandavági.
Teir selja ymiska nautiska útgerð, sum Hjørleif Joensen umboðar, eins og teir eisini hava annað, sum teir sjálvir hava umboð fyri, umframt vanligar brúksvørur sum fiskireiðskap og sjóklæði.
Nýggi handilin selur navigatiónsútgerð av sløgunum Raymarine og Magellan. Teir hava avtalu við mekanikara, so um neyðugt skuldi verið við umvælingum, klára teir eisini tað, sigur Hans Gudmundsen.
Fiskireiðskap fara teir at selja til mestum einhvønn tørv, sigur hann. Tó væntar hann ikki, at teir fara at liggja inni við trolreiðskapi. Men línu og snellumenn kunnu fáa tað, teir hava brúk fyri, verður sagt.
Nýggi handilin í Sandavági fer dagliga at hava opið frá klokkan níggju á morgni til hálvgum seks. Tó leygardagar til klokkan 13.00.










