Nýggjur skúli nærkast: Verður á Tvøroyri ella í Trongisvági

Í kvøld skal avgerð takast um staðsetinging av nýggjum skúla

Tvøroyrar Býráð fer í kvøld at taka avgerð um staðsetinging av nýggjum skúla. Í dag húsast Tvøroyrar skúli í tveimum bygningum – einum í miðbýnum á Tvøroyri og einum í Trongisvági. Tvøroyrar kommuna sigur, at staðseting av nýggjum skúla er bæði møgulig í Trongisvági og á Tvøroyri.

 

Í nógv ár hava skiftandi býráð viðgjørt spurningin um nýggjan skúla. Staðfest er, at nýggjur skúli kann byggjast í Trongisvági, men undanfarna býráð ynskti at kanna møguleikan um verandi skúli á Tvøroyri við um - og nýbygging kundi nýtast til framtíðar skúla.

 

Longu á sumri 2014 fekk kommunan uppskot frá Páll Holm Lave arkitekti, ið varð biðin um at gera uppgávuna. Tað vísti seg, at tað bar væl til at út- og umbyggja skúlan á Tvøroyri. Uppskotið er lagt fram fyri bæði skúlamyndugleikanum og borgarunum á Tvøroyri.

 

Undanfarna býráð valdi at raðfesta nýggjan barnagarð fyrst og síðan nýggjan skúla. Nú er mann komin hartil, at barnagarðurin verður tikin í nýtslu fyrst í komandi ári, og tí má býráðið nú taka støðu til, hvar nýggi skúlin skal staðsetast.