Karstin Danielen, sum hevur tulkað ymiskar countrysangir hevur innspælt ein nýggjan sang.
Tað er klassikarin ”Where Do You Go To My Lovely” hjá Peter Sarstedt, sum Martin Joensen hevur týtt til føroyskt.
- Tú tosar, sum vart tú í London, tá tú sippar hvítvín á Hvonn, ljóðar ein strofa úr sanginum.
Erik Biskopstø spældi gittar, bass og ljóðblandaði, og Finnur Hansen spældi tangentar.
Trýst á pílin í myndini fyri at hoyra sangin.










