Nýggjur sangleikur: - Hetta verður størri enn Skeyk

Tað byrjaði í smáum á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum seint í 1980-árunum, og síðani hevur tað bara vundið upp á seg. Tað, at framføra sangleikir og seinni eisini gera sangleikir. Í 1997 var stóra gjøgnumbrotið á hesum økinum, tá ið Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum í samstarvi við Norðurlandahúsið framførdi føroyskt skrivaða sangleikin Skeyk, sum veruliga gjørdist eitt hitt.

Nú er so aftur borðreitt fyri einum upprunaskrivaðum føroyskum sangleiki. Tað eru teir báðir Tróndur Bogason og Dánial Hoydal, ið hava skrivað leikin Audition, sum miðnámsskúlarnir í høvuðsstaðnum standa saman um. Leikurin snýr seg um føroyingar, sum royna seg í evropeiskari sangkapping í Kyiv. Skjótt stinga trupulleikar seg upp og tað fer at snúgva seg um politikk, svik og rumbul fjølmiðlunum.

60 leikarar og 30 tónleikarar vera á pallinum í leikinum, sum hevur Hans Paula Tórgarð sum tónleikaleiðara og Vígdis Hentze Olsen sum koreograf.

Annfinnur Heinesen er leikstjóri, og hann hevur góðar vónir um, at Audition fer at bera yvirluta yvir Skeyk.

- Ja, tað haldi eg fyri vist, at tú kanst siga. Tann leikurin hevði tann fyrimunin, at tað ongantíð høvdu verið leikir av slíkum slag. Tað hava verið framførdir nógvir leikir síðani tá, men bara tað, at hetta er ein nýskrivaður føroyskur leikur hjá Bogason og Hoydal (Tróndi og Dániali, red.), haldi eg kann gera, at tað verður somikið nógv forvitni og gleði rundan um, at hann kann blíva størri. Í øllum førum vóni eg, at nógv fólk koma at hyggja eftir honum, sigur Annfinnur Heinesen, leikstjóri.

Audition verður frumsýndur í Norðurlandahúsinum 16. novembur.

Leikarar:

Bjarta, høvuðsleiklutur: Silja Samuelsen

Ulrike: Eva Maria Brynhildardóttir

Oddur: Páll Brim

Vicki: Anna Maria Wraae

Van Houten: Jóhanna Niclasen

Volodymyr: Bjørn Mohr

Pierre: Jón á Steig

Álvur-gubbi: Mike Viderø

Kabaretti: Danny Baldursson