Tað verður 48 ára gamli Jaspur Langgaard, sum tey í Nes kommunu skulu velja á løgtingsvalinum seinni í ár, um tað skal eydnast at vinna tingsessin hjá Sambandsflokkinum aftur til kommununa.
Sambandsfólk á Toftum høvdu fund tíðliga í vikuni, og tá varð tað samtykt at stilla Jaspur Langgaard upp. Hann verður harvið millum tey, sum valfelagið hjá flokkinum í Eysturoy, Samhald, fer at stilla upp á sambandslistan.
Jaspur Langgaard er ættaður úr Leirvík og býr á Nesi. Hann er teldumaður og stjóri í Krea. Í 2016 tók hann læraraprógv.
Á valinum fyri fýra árum síðani eydnaðist tað ikki toftamanninum á sambandslistanum, Alfredi Olsen, at endurvinna tingsessin, sum hann hevði vart síðani valið í 1998. Á tí valinum avloysti hann Jógvan Ingvard Olsen, sum varð valdur á øllum valunum frá 1970 og fram til 1998.
Burtursæð frá tíðarskeiðinum 20. november 1963 og fram til 8. november 1970 og síðani fyrsta september 2015 hevur Sambandsflokkurin øll árini, síðani heimastýrið sá dagsins ljós í 1948, átt toftamann á tingi. Jens Christian Olsen varð valdur 1940 – 1945 og aftur 1948 og fram til hann doyði 20. november 1963.