Rúsan
Vinnumálaráðið søkir nú eftir nýggjum stjóra til Rúsdrekkasølu Landsins, eftir at stjórin øll árini segði seg úr starvinum um vikuskiftið.
Dagmar Joensen hevur leitt Rúsdrekkasøluna síðani 1992, tá ið Rúsan fór at virka, men stjórin er nú givin í starvinum. Hon sigur, at persónlig viðurskifti vóru orsøkin til, at hon valdi at gevast.
Fyribils er tað Maria Róin, sum er deildarstjóri í Vinnumálaráðnum, sum røkir stjórastarvið á Rúsdrekkasølu Landsins, men Vinnumálaráðið ætlar at gera skjótt av við at finna nýggjan stjóra.
Í bløðunum í dag er longu ein lýsing eftir nýggja stjóranum, og umsóknarfreistin er sett til 3. oktober. Starvið skal setast skjótast tilber.
Leggja dent á royndir og samstarv
Krøvini til nýggja stjóran eru, at hann hevur hóskandi útbúgving, hevur leiðsluroyndir, hevur arbeiðtt innan viðkomandi arbeiðsøki, er góður at samstarva og leiða, og at hann hevur áræðið og er sjálvstøðugur.
Starvið verður løn ájavnt 36. lønarflokk hjá Tænastumonnum Landsins, hóast talan ikki er um eitt tænastumannastarv.
Rúsdrekkasøla landsins hevur 6 deildir kring landið, og tað arbeiða tilsamans 34 fólk á Rúsuni.