Nýggjur Ríkisumboðsmaður settur


 

Nú er greitt, hvør skal loysa Vibeke Larsen av sum Ríkisumboðsmaður í Føroyum. Tað verður Birgit Kleis, sum áður hevur starvast hjá Ríkisumboðnum í Føroyum. Seinastu tíðina hevur hon verið deildarleiðari í danska løgmálaráðnum.Birgit Kleis tekur við starvinum 1. november,


Fráfarandi Ríkisumboðsmaðurin gevur tí nýggja hesi orðini á vegnum:


? Tað eru tveir góðir eginleikar at hava sum Ríkisumboð í Føroyum. Tað er at tú ikki fært sjóverk, og at tú orkar væl at ganga, sigur Vibeke Larsen.