Fyrstu myndirnar vísa, at talan er um ein bil við sama designstíli sum Opel Insignia.
Nýggi Astra verður nakað størri enn forgangarin, og aksilfrástøðan er størri, soleiðis at bilurin eisini verður væl rúmligari.
Bilurin er teknaður og designaður á høvuðssætinum hjá Opel í Rüsselsheim í Týsklandi, har serliga nógv er gjørt burturúr at gera bilin aerodynamiskan við minst møguligari vindmótstøðu.
Í fyrstu atløgu vera ikki minni enn átta motorar at velja ímillum, bæði CDTI turbo dieselmotorar við common-rail multipoint innspræning og onkur nýggjur bensinmotorur verður eisini á skránni. Dieselmotorarnir fáast frá 95 til 160 hk, har allir hava partikulfiltur sum standard, og ein ecoFLEX útgáva við sera lágum CO2 útláti verður eisini at fáa.
Bensinmotorarnir fáast frá 100 til 180 hk. Ein nýggjur 1,4 bensinmotorur við turbo og 140 hk kemur ístaðin fyri núverandi 1,8 motorin. Allir motorarnir lúka stranga Euro5 normin fyri útlát.
Undirvognurin er uppbygdur eftir einum heilt nýggjum konsepti, soleiðis at bæði fjaðraskipan og koyrieginleikar vera á sera høgum støði.
Nýggi Opel Astra kemur á marknaðin um árskiftið 2009/2010.