Chevrolet arbeiða í løtuni við nógvum nýggjum koreanskum modellum til evropeiska marknaðin. Ein tann fyrsti verður ivaleyst tann minsti Chevrolet Matiz, sum nú verður nakað størri og meira spennandi enn forgangarin.
Nýggi Matiz verður helst tann, sum var sýndur fram sum konseptbilurin Chevrolet Beat á altjóða bilaframsýningin í New York fyrr í ár. Chevrolet Beat varð sýndur fram saman við tveimum øðrum líknandi bilum: Chervolet Groove og Trax, sum eru bygdir yvir sama plattform og eru teknaðir á Design Studio i Incheon í Suðurkorea, sum General Motors eiga.
Chevrolet Matiz verður gjørdur við bæði trimum og fimm hurðum og kemur eftir ætlan á evropeiska marknaðin í 2009.