Nýggjur málverji í FCK

32 ára gamli kanadiarin vardi málið, tá Kanada í 1989 í Klaksvík vann 1?0 á Føroyum

Sunnudagin var greitt, at FCK fær ein spælara afturat á lønarlistan. Hesa ferð er talan um ein málverja. Hann er keyptur frá skotska vinarfelagnum hjá FCK, sum eitur Dundee United.

Málverjin er ættaður úr Kanada, og hann spældi í USA, áðrenn hann fyri einum ári síðani kom til Skotlands.

Todi Jónsson kann tosa um Føroyar og Klaksvíkina við nýggja málverjan, sum eitur Pat Onstad og er 32 árra gamal. Í 1989 var kanadiska landsliðið í Føroyum og spældi tveir landsdstir. Føroyingar vunnu 14. apríl 1?0 í Gundadali (Torkil Nielsen skoraði málið longu i 4. minutti). Seinni dysturin varð spældur í Klaksvík 16. apríl. Ta ferðina vann Kanada 1?0. Drew Ferguson skoraði málið, tá tað restaðu tólv minuttir.

Sambært landsliðsbókini vardi ein, sum eitur Paul Dolan, kanadiska málið í fyrra dystinum. Hann var skrásettur í einum felag við navninum Hamilton Steeles. Í tí seinna dystinum vardi Pat Onstad, sum tá hevur verið umleið 21 ára gamal, kanadiska málið. Hann var tá skrásettur í Winnipeg Fury.

Í FCK hava teir frammanundan tveir málverjar. Síðani summarsteðgin hevur 20 ára gamli Rune Pedersen verið fínur ímillum stólparnar. Hin málverjin eitur Michael Stensgaard. Hann hevur verið nógv skaddur seinastu tíðina, og tí hevur FCK leiðslan mett, at tað var neyðugt at keypa ein málverja afturat. Í Dundee United megnaði Pat Onstad ikki at vinna fyrsta málverjuplássið.