Klokkan 18 í kvøld verður fyrsta bríksl á Argjum, har AB fær vitjan av Víkingi.
Við 1-0 heimasigri á FC Suðuroy síðsta sunnudag byrgdu agjamenn fyri, at teir vórðu heilt isoleraðir í botninum, og nú hevur AB møguleika at lyfta seg burtur av niðurflytingarplássinum, sum AB hevur verið á síðani kappingarbyrjan.
AB hevur vunnið fimm av seks stigum á heimavølli. Umframt sigurin á FC Suðuroy hevur talan verið um javnleikir ímóti B36 og B71. Einasta stigið á útivølli varð vunnið á Svangaskarði.
Eftir at ÍF kiksaði í gjárkvøldið, hevur Víkingur møguleika í kvøld at lyfta seg upp á bronsuplássið. Tað verður uttan liðformannin, Niclas Niclasen, sum varð vístur av vøllinum, tá ið Víkingur síðsta sunnudag tapti á heimavølli ímóti ÍF.










