Nýggjur leiðari á Listasavni Føroya

Stýrið fyri Listasavn Føroya hevur sett danska listfrøðingin Nils Ohrt í starvið sum leiðari fyri Listasavn Føroya komandi fimm árini Nils Ohrt er 59 ára gamal, og hann er útbúgvin mag.art. í listasøgu frá Århus Universiteti. Hann hevur hollar royndir úr savnsheiminum og hevur drúgvar royndir sum leiðari seinastu 22 árini. Frá 1996 til í dag hevur hann verið stjóri á Nivaagaards Malerisamling í Nivaa í Norðursælandi.

Lýsingin hevur staðið bæði í føroyskum og norðurlendskum bløðum. Tá ið freistin at søkja var úti tann 25. februar, høvdu níggju kvinnur og sjey menn søkt starvið, sjey føroyingar og níggju útlendingar.

Stýrið fyri Listasavn Føroya metir, at Nils Ohrt, umframt at hann hevur hollar leiðsluroyndir, fakliga er sera væl egnaður til starvið. Seinastu 22 árini hevur hann verið leiðari á tveimum smærri søvnum, sum á mangan hátt líkjast Listasavni Føroya, og hann hevur longu lagt áhugaverdar skitsur fyri stýrið um gongdar leiðir at menna Listasavnið í framtíðini.

Í stýrinum sita í løtuni: Martin Næs, sum formaður, Árni Winther, Jógvan Arge og Sigrun Gunnarsdótttir.

Nils Ohrt tekur við starvinum 1. mai, tá ið Helgi Fossádal, sum hevur sitið í starvinum í skjótt sjey ár, leggur frá sær.