Nýggjur landsliðsvenjari í badminton

badminton

24 ára gamli danin, Jonas Gai, skal venja føroyska landsliðið fram til Oyggjaleikirnar komandi summar
Badmintonsamband Føroya hevur fingið ein nýggjan landsliðvenjara, sum skal fyrireika føroyska landsliðið til Oyggjaleikirnar í 2005. Talan er um 24 ára gamla Jonas Gai, sum longu er farin til verka í Føroyum.
Umframt at venja tað føroyska landsliðið skal Jonas Gai eisini vera venjari hjá badmintonfeløgunum í Havn, Vestmanna, Miðvági og Fuglafirði.
Í Havn fer hann at venja tær yngru deildirnar, men í hinum bygdunum fer hann at venja allar aldursbólkar.

Breiddin
Badmintonsambandið hevur havt ein landsliðsvenjara úr India, nevndur Nandy Aritra, seinastu tvey árini, og hann hevur arbeitt nógv við elituni innan badminton ítróttin. Jonas Gai fer hinvegin at arbeiða meira við breiddini umframt at venja landsliðið.
Jonas Gai hevur tikið allar venjaraútbúgvingar innan badminton í Danmark umframt elituvenjaraskeið fyri stuttari tíð síðan.
? Vit fara í gongd við venjingarnar á landsliðnum um stutta tíð, men eftir jól fara vit undir meira miðvísa venjing, sigur Jonas Gai, sum júst er komin til landið.
Umframt at hava verið venjari í fleiri ár í Danmark hevur Jonas Gai eisini verið venjari í Skotlandi og Póllandi.