Nýggjur líkbilur

Tórshavnar kommuna hevur fingið ein nýggjan Mercedes-Benz líkbil. Talan er um ein longdan Mercedes E við 150 hk dieselmotori við sera lítlum útláti. Bilurin er uppbygdur í Týsklandi og liðugtgjørdur í Svøríki.

Umframt í Havn og Hoyvík verða líkbilarnir í kommununi eisini brúktir í Kirkjubø, Velbastað, Kaldbak og í Kollafirði.


Tórshavnar kommuna hevur í løtuni tveir líkbilar, ein 20 ára gamlan Ford Granada og ein 10 ára gamlan Volvo. Kommunan er vaksin nógv, og brúk kann verða fyri meira enn einum líkbili samstundis, sigur Atli Simonsen innkeypsleiðari hjá Tórsahavnar kommunu.